Ógreitt hvussu nógv nýskipanarnevndin fer at kosta

Ógreitt hvussu nógv nýskipanarnevndin fer at kosta
Løgmansskrivstovan hevur biðið løgtingið um 300.000 kr. til nýskipanarnevndina næsta ár
Nýskipanarnevndin var sett í september.
 
14.11.2025 - 08:25

Ikki er greitt enn, hvussu nógv nýskipanarnevndin kostar landinum.

Fíggjarmálaráðið er skrivstova hjá nevndini, og letur starvsfólk til hetta arbeiði eftir tørvi. 

Eitt starvsfólk í ráðnum er fastur skrivari hjá nevndini. 

Kostnaðurin verður goldin av verandi játtan, sigur Fíggjarmálaráðið. 

Fíggjarmálaráðið sigur, at tað hevur ikki gjørt neyva útrokning av tíðarnýtslu og kostnaði fyri arbeiðið, sum verður gjørt.

 

300.000 kr. næsta ár

Løgmansskrivstovan hevur biðið løgtingið um 300.000 kr. til nýskipanarnevndina næsta ár.

Seks nevndarlimir fáa fundarsamsýning og møguligar koyripengar. 

Biðið verður um 300.000 kr. til hetta í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2026.

Í ár verður kostnaðurin goldin av játtanini, sum Løgmansskrivstovan hevur.  

Nevndin var sett í september.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 9. desember
Veðrið
201256
Týsdag 9. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201232
Mánadag 8. desember
Heim, kæra heim III (3:3) - teknmálstulkað
201217
Mánadag 8. desember
Veðrið
201202