Estlendingar skulu av landinum - høvdu einki arbeiðsloyvi

Estlendingar skulu av landinum - høvdu einki arbeiðsloyvi
Menninir hava verið í Føroyum síðani september, heldur politiið
 
14.11.2025 - 08:32

Fyrrapartin í gjár var ein útlendingur tikin í Havn fyri at koyra ávirkaður.

Tað førdi til, at seks estlendingar eru bidnir um at fara úr Føroyum sum skjótast.

Og tað eru teir, tí teir arbeiddu ólógliga her. Teir eru handverkarar.

Fimm menn vóru í bilinum, sum var steðgaður, eftir at politiið fekk fráboðan frá fólki, sum hevði sæð menninar drukkið.

 

Funnið umboðsmann

Politiið hevur ikki funnið nakað felag her í Føroyum, sum menninir arbeiddu hjá, bara ein umboðsmann.

Menninir hava verið í Føroyum síðani september, heldur politiið.

Menninir fáa 1.000 kr. í sekt fyri at arbeiða í Føroyum uttan arbeiðloyvi.

Og tann, sum koyrdi, fær sekt fyri at koyra ávirkaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365