BBC biður Trump um umbering

BBC biður Trump um umbering
Bretska kringvarpið ætlar ikki at senda umstríddu sendingina um álopið á kongressina aftur
 
14.11.2025 - 09:01

BBC biður amerikanska forsetan, Donald Trump, um umbering, men heldur, at grundarlag er ikki fyri at krevja endurgjald.

BBC hevur ongar ætlanir um at senda umstríddu sendingina aftur, siga tey í eini fráboðan.

Trump hevur boðað frá, at hann fer at stevna BBC, og at hann fer at krevja eina milliard dollarar, eftir at tað kom fram, at BBC villleiðandi hevði klipt eina røðu, sum Trump helt í sambandi við álopið á kongressina 6. januar 2021.

Sendingin hevur longu fingið avleiðingar, tí bæði forstjórin og tíðindastjórin í BBC eru farin úr starvi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762