Poul Geert heldur fram sum aðalstjóri - Elin verður deildarstjóri

Poul Geert heldur fram sum aðalstjóri - Elin verður deildarstjóri
Elin Mortensen, sum skuldi vera aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, heldur ikki, at hetta er rætta tíðin at skifta arbeiðsøki
Poul Geert Hansen heldur fram sum aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.11.2025 - 14:31

Elin Mortensen verður ikki aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum frá 1. desember sum ætlað

Í staðin verður hon deildarstjóri í Vinnumálaráðnum.

Poul Geert Hansen heldur tí fram sum aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. 

Tað boðar Løgmansskrivstovan frá.

Súsanna Bertholdsen verður landsstýriskvinna í barna- og útbúgvingarmálum 1. desember. Hon tekur við eftir Djóna Nolsøe Joensen, sum fer aftur í løgtingið. 

 

Elin Mortensen.

 

Ikki rætt at skifta arbeiðsøki

Elin Mortensen sigur soleiðis í viðmerking á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni:

“Í fyrstu syftu tók eg av starvinum sum aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, men eftir gjølla umhugsan havi eg broytt støðu. Orsøkin er, at við mínum áhuga og royndum á fiskivinnuøkinum og í millumtjóða samstarvi, meti eg ikki tíðina vera rætta fyri meg at skifta arbeiðsøki. Eg vóni eisini, at eg einaferð aftur fái møguleika at átaka mær ein aðalstjórasess, hóast tíðin ikki var tann rætta hesa ferð.” 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 14. desember
Sunnudagstónar 14. desember 2025
201488
Sunnudag 14. desember
Ættirnar syngja og suða
201485
Sunnudag 14. desember
Bolero
201483
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta í Havnar kirkju
201482
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201481
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388