Vilja ikki hava fimm bókstavir aftrat í stavraðið

Vilja ikki hava fimm bókstavir aftrat í stavraðið
Uppskotið hjá Sambandsflokkinum um nýtt stavrað hevur ikki nógv góð í løgtinginum  
Tey flestu vilja varðveita stavraðið.
 
12.11.2025 - 06:11

Uppskotið hjá Sambandsflokkinum um nýtt stavrað hevur ikki nógvan góðan í løgtinginum.  
 
Samgongan og Fólkaflokkurin taka ikki undir við uppskotinum.

Tað sæst, nú álit er komið úr mentanarnevndini um uppskotið.

Stóri meirilutin í nevndini sigur, at meirilutin í Málráðnum samtykti í 2013 tað stavrað, vit hava.

Harvið átti tað málið at enda, sigur meirilutin. 

Og nógv tey flestu, sum nevndin tosaði við, eru samd um, at eitt stavrað ikki eigur at vera ásett politiskt.

Stavseting ikki broytt

Sambandsflokkurin vil hava C, W, Q, Z og X við í føroyska stavraðið.

Flokkurin vísir á, at ein kanning hjá Lóðri á vári 2014 segði, at okkurt um 70 prosent vilja hava teir fimm bókstavirnar við í stavraðið,

Og mentanarnevndin hjá Løgtinginum segði tað sama í 2009, C, W, Q, Z og X skulu í stavraðið.
 
Minnilutin í mentanarnevndini, Magnus Rasmussen í Sambandsflokkinum, tekur sjálvandi undir við uppskotinum og mælir løgtinginum til at samtykkja tað. 

Hann sigur millum annað, at ætlanin er ikki at broyta stavsetingina, bara stavraðið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 14. desember
Sunnudagstónar 14. desember 2025
201488
Sunnudag 14. desember
Ættirnar syngja og suða
201485
Sunnudag 14. desember
Bolero
201483
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta í Havnar kirkju
201482
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201481
Sunnudag 14. desember
Andaktin 3.sunnudag í advent
201480
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424