NRK kannar tíðindatilfar um álopið á kongressina

NRK kannar tíðindatilfar um álopið á kongressina
Avgerðin er tikin, tí leiðslan í BBC hevur lagt frá sær eftir eina dokumentarsending, har manipulerað var við upptøkum
Norska kringvarpið fer at kanna alt tilfarið, sum hevði við álopið á kongressina í Washington 6. januar 2021 at gera.
Mynd: Alex Edelman/AFP/Getty Images  
 
12.11.2025 - 09:28

Avgerðin hjá Tim Davie, forstjóra, og Deborah Turness, tíðindastjóra, í BBC at siga seg úr starvi, tí tað í einari Panorama-dokumentarsending var manipulerað við upptøkum, hevur skakað fjølmiðlaheimin.

Norska kringvarpið boðaði í gjár frá, at stovnurin fer at kanna alt tilfarið, sum hevði við álopið á kongressina í Washington 6. januar 2021 at gera.

 

NRK.

 

Sigurd Falkenberg Mikkelsen, uttanríkisredaktørur, sigur við heimasíðuna hjá NRK, at eftir tað, sum er hent í BBC, verður farið ígjøgnum tíðindaframleiðsluna í sambandi við tað, sum hendi 6. januar í 2021, við serligum atliti at røðuni hjá Donaldi Trump og álopið á kongressina.

- Tað er eitt stórt mál við nógvum innsløgum á nógvum pallum. Tá vit hugsa um tað, sum vit hava sæð nú, er eitt innslag frá Supernytt í januar 2023, sum NRK heldur skal broytast. Og tað verður gjørt í dag, sigur Sigurd Falkenberg Mikkelsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 9. desember
Veðrið
201256
Týsdag 9. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201232
Mánadag 8. desember
Heim, kæra heim III (3:3) - teknmálstulkað
201217
Mánadag 8. desember
Veðrið
201202