- Tíðindi, mentan og ítróttur
Senda blóðroyndir við rørposti
Senda blóðroyndir við rørposti
Nú verður skjótari at fáa svar upp á royndirnar, og nýggja skipanin fer eisini at merkjast á deildunum

Gongst sum ætlað, verður nýggja rørskipanin tikin í nýtslu um einar 14 dagar.
11.11.2025 - 13:35
Skjótt fer at bera til at senda blóðroyndir frá deildunum á Landssjúkrahúsinum á rannsóknarstovuna við rørposti.
- Tað verður skjótari at fáa svar upp á blóðroyndir, og hetta fær eisini týdning fyri arbeiðið á deildunum, sigur Birita K. Samuelsen, deildarleiðari.
Birita K. Samuelsen.
Hetta er partur av raðfestingini, sum rannsóknarstovan ger.
Gongst sum ætlað, verður nýggja rørskipanin tikin í nýtslu um einar 14 dagar.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
11112025_Rorpostur_og_blodroyndir
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























