Ikki møguleiki at hava rúsevniseftirlit við øllum skipum og bátum

Ikki møguleiki at hava rúsevniseftirlit við øllum skipum og bátum
Skulu allir bátar og øll skip kannast, er brúk fyri í minsta lagi 24 tollarum og seks hundum aftrat
Av tí at so nógv koma, hevur TAKS ikki møguleika fyri at gera neyvt rúsevniseftirlit umborð á øllum. (Savnsmynd)
 
11.11.2025 - 07:55

Leitað verður ikki eftir rúsevnum í øllum skipum og bátum, sum koma til Føroya.

Í 2023 komu 1878 skip og bátar, 1828 komu í fjør, og higartil í ár eru komin 1727.

Av tí at so nógv koma, hevur TAKS ikki møguleika fyri at gera neyvt rúsevniseftirlit umborð á øllum. 

Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna, í svari til Anniku Olsen, løgtingskvinnu.  

 

Tørvur á 24 tollarum

Váðametingar avgera, hvørjir bátar og hvørji skip vera kannað.

Skulu allir bátar og øll skip kannast, er brúk fyri í minsta lagi 24 tollarum og seks hundum aftrat teimum 14 tollarunum og tveimum hundunum, sum eru í dag, sigur landsstýriskvinnan.  

Brúk verður eisini fyri húsi og nøkrum bilum.

Ein tollari kostar eina millión um árið. Og tað kostar hálva millión at venja hundar.

Les svarið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 9. desember
Veðrið
201256
Týsdag 9. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201232
Mánadag 8. desember
Heim, kæra heim III (3:3) - teknmálstulkað
201217
Mánadag 8. desember
Veðrið
201202