- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønland: Allir flokkar uttan Naleraq samdir um fíggjarlóg

Fýra av teimum fimm flokkunum í Grønlandi eru vorðnir samdir um fíggjarlógina fyri 2026.
Naleraq er ikki við í semjuni.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Múte B. Egede, sigur, at næstu tíggju árini verða búskaparliga hørð, tí ætlanin er ikki at hækka skattir og avgjøld.
Men almenna fyrisitingin skal minka, eru teir fýra flokkarnir samdir um.
Fyrisitingin skal minka
Serliga grønlendska fyrisitingin í Danmark skal minka. Tað skal eisini gera Grønland meira sjálvstøðugt at minka fyrisitingina í Danmark, siga flokkarnir.
Teir leggja dent á burðardygga ferðavinnu, matvøruprísir og útróður við smábátum, tað, sum grønlendinar kalla jollufiskarí.
Gjaldførið hjá landskassanum verður væntandi 350 milliónir krónur við árslok.
Tað átti at verið 800 milliónir, siga flokkarnir í fíggjarlógarsemjuni.


























