Føroyskt rúsevnismál viðgjørt í Keypmannahavn

Føroyskt rúsevnismál viðgjørt í Keypmannahavn
Talan er um stóra rúsevnismálið, sum var í Føroya rætti fyrst í mars
 
11.11.2025 - 07:18


Eystari landsrættur fer í dag undir at viðgera eitt føroyskt mál í Keypmannahavn.

Talan er um stóra rúsevnismálið, sum var í Føroya rætti fyrst í mars.

Málið verður viðgjørt í Danmark, tí Dómhúsið í Havn er ov lítið.

Landsrætturin hevur sett av fýra dagar til málið.

Ákæruvaldið fór í Landsrættin við tí eina dóminum hjá Føroya rætti.

Tí ein maður var frídømdur í Føroya rætti.

Teir fýra menninir, sum blivu dømdir, fingu langar fongulsrevsingar.

Ein fekk seks ár, ein fekk sjey ár, ein átta ár, og ein fekk 11 ár.

Allir fýra eru framvegis í varðhaldi. 

Teir hava allir appellerað til Landsrættin, og ákæruvaldið hevur mótappellerað.

Tríggir teirra vilja hava frídøming.

Játtar

Ein maður, hann sum átti bátin, rúsevnini komu í, hevur kært til Landsrættin fyri at fáa linari revsing. 

Hann játtar seg annars sekan.

Ákæruvaldið vil hava harðari revsing.

Mál hansara verður viðgjørt í havn mikudagin í næstu viku.

Menninir eru dømdir fyri at smugla 22 kilo av hassji og 3,8 kilo av amfetamini til Føroya við einum seglbáti, sum kom úr Danmark í august í fjør.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 14. desember
Sunnudagstónar 14. desember 2025
201488
Sunnudag 14. desember
Ættirnar syngja og suða
201485
Sunnudag 14. desember
Bolero
201483
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta í Havnar kirkju
201482
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201481
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388