- Tíðindi, mentan og ítróttur
Floghavnin í Qaqortoq setur stór krøv til gistingarmøguleikar

Tá nýggja floghavnin í Qaqortoq í Grønlandi letur upp í vár, verður ferðingarmynstrið nógv broytt har suðuri í Grønlandi, og tørvur verður á fleiri seingjarplássum, matstovum og upplivingartilboðum.
Tað vísir ein nýggj greining, skrivar grønlendska kringvarpið.
Air Greenland og Icelandair hava longu boðað frá nýggjum flogrutum til Qaqortoq næsta summar.
Air Greenland ætlar at gera 17 flogferðir um vikuna millum Nuuk og Qaqortoq í háárstíðini, og Icelandair ætlar at gera fýra túrar um vikuna millum Keflavík og Qaqortoq um vikuna.
Fleiri gistingarmøguleikar
Royndir úr Narsarsuaq vísa, at 70 prosent eru ferðafólk, og tí verður stórur tørvur á gistingarplássi.
Í løtuni eru 143 gistingarpláss í Qaqortoq, men bara helvtin er ætlað ferðafólkum.
Í greiningini verður mett, at tørvur verður á 30-60 gistingarmøgleikum í býnum aftrat, og fyri at sleppa undan somu trupulleikum sum í Nuuk, verður mælt til at leggja ætlanir um at byggja gistingarhús og vallaraheim, ella aðrar gistingarmøguleikar.


























