Ein maður við góðum evnum

Ein maður við góðum evnum
Meinhard Bjartalíð hevur verið sóknarprestur í Glyvra prestagjaldi í 25 ár, er fløgu- og bókaaktuellur og er í løtuni í granskingarfarloyvi
 
05.11.2025 - 10:57

Hann er einasti sóknarprestur, sum hevur verið í Glyvra prestagjaldi, tí hann fekk starvið, tá tað varð upprættað fyri 25 árum síðani.

- Eg var eitt sindur forkelaður, tí eg havi fingið alt tað, eg ynskti mær og eri sera takksamur fyri tað, sigur Meinhard Bjartalíð og nevnir sín alsk til list og til tónleik, sum hava fingið rúmd í kirkjuni.

Millum annað hevur Meinhard síðan 2002 verið kórleiðari hjá Kóri Glyvra Kirkju, og tey hava júst givið út fløgu og LP plátu undir heitinum 'Nú hitar sólin bjarta' við fosturlandssangum og sálmum.

Mánakvøldið 10. november verður henda fløga markerað í kirkjuni kl 19.

Vit høvdu eina longri samrøðu við Meinhard Bjartalíð, og hon kann hoyrast her

1774304

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342