Teir flestu fáa afturval til Kroatia-dystin

Teir flestu fáa afturval til Kroatia-dystin
Føroyska fótbóltslandsliðið, sum skal spæla ímóti Kroatia í síðsta HM-undankappingardystinum í ár, líkist sær sjálvum eftir sigrarnar á Montenegro og Kekkia seinast
Eyðun Klakstein hevur tikið út sín seinasta landsliðshóp í ár
Mynd: Bárður Lydersen  
 
03.11.2025 - 10:37

Eyðun Klakstein hevur gjørt fýra broytingar í føroyska manslandsliðshópinum, sum er tikin út til HM-undankappingardystin ímóti Kroatia og venjingardystin ímóti Kasakstan seinni í november.

René Shaki Joensen, Arnbjørn Svensson, Noah Mneney og Ási Dam eru við í hópinum hesa ferð. Jóannes Kalsø Danielsen er leikbannaður, meðan Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson og Samuel Chukwudi eru skaddir.

Føroyar hava framvegis kjans at spæla seg til ein røkkstøkk-dyst um pláss í HM-endaspælinum í USA, Kanada og Meksiko næsta summar, men til tað krevst ein útisigur á Kroatia, samstundis sum Gibraltar skal taka stig frá Kekkia í Kekkia.

 

Føroyski landsliðshópurin

 

Málverjar
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias H. Lamhauge, FC Fredericia
Bjarti V. Mørk, HB

Verjuspælarar
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík, (Ísland)
Odmar Færø, KÍ
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Viljormur Davidsen, NSÍ
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ
Ási Dam, HB

Miðvallarar
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Geza David Turi, Grimsby Town (England)
René Shaki Joensen, KÍ
Noah Mneney, HB
Árni Frederiksberg, KÍ
Jóannes Bjartalíð, Frederikstad (Norra)
Hanus Sørensen, NK Triglav (Slovenia)
Adrian Justinussen, Hillerød (Danmark)

Framherjar
Meinhard Egilsson Olsen, Kolding IF (Danmark)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland)
Páll A. Klettskarð, KÍ
Petur Knudsen, NSÍ

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 14. desember
Ættirnar syngja og suða
201485
Sunnudag 14. desember
Bolero
201483
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta í Havnar kirkju
201482
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201481
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388