Hamas útflýggjað lík av trimum ísraelskum gíslum

Hamas útflýggjað lík av trimum ísraelskum gíslum
Gíslarnir vóru allir í ísraeklska herinum, og líkini vóru funnin í tunli har suðuri í Gasageiranum
Hamas hevur útflýggjað líkini av 17 deyðum ísraelskum gíslum, har ellivu vóru eftir í Gasa.
Mynd: Ramadan Abed/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
03.11.2025 - 09:51

Líkini, sum Hamas læt Ísrael í gjárkvøldið,  eru lík av ísraelskum hermonnum, siga ísraelskir myndugleikar eftir at hava eyðmerkt tey.

Talan er um líkini av amerikanska-ísraelska 21 ára gamla Omer Neutra, 19 ára gamla Oz Daniel og 40 ára gamla Assaf Hamami. 

Allir vóru teir í ísraelska herinum.

- Tá eyðmerkingin var liðug, boðaðu umboð fyri ísraelska verjumálaráðið familjunum hjá gíslunum frá, at teirra kæru vóru flutt aftur til Ísraels, stendur í fráboðan frá IDF.

Sambært vápnaða vonginum hjá Hamas vóru líkini funnini í einum tunli har suðuri í Gasageiranum.

Síðani vápnahvíldin kom í gildi 10. oktober, hevur vápnaði vongurin hjá Hamas útflýggjað líkini av 17 deyðum ísraelskum gíslum, har ellivu vóru eftir í Gaza.

Í gjárkvøldið vóru so trý av hesum útflýggjað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365