Málini: Hákun sjey og dagsins maður

Málini: Hákun sjey og dagsins maður
Hákun West av Teigum varð dagins maður ímóti krútsterka danska liðnum, tá hann skoraði sjey ferðir upp á níggju málroyndir. Sí málini her
Mynd: Ole Martin Wold/NTB/Ritzau Scanpix  
 
02.11.2025 - 17:02

Einasti føroyingurin, sum tóktiskt hava yvirvág ímóti supermálverjanum hjá Danmark, Emil Nielsen, var Hákun West av Teigum.

Honum so líkt, helt høgri vongurin høvdið kalt, mestsum hvørja ferð, hann fekk kjansin. 

Meðan fleiri aðrir misnýttu ferð eftir ferð, fekk Hákun West av Teigum sníkt bóltarnar innum hann, sum tey flestu munnu meta sum heimsins besta málverja, sama hvussu lítil vinkulin var.

Eitt av málunum kom meir ella minni av baklinjuni og hjálpti Føroyum burturúr eini torførari løtu.

Treyðugt so, Emil Nielsen fekk eisini fatur á onkrum skoti frá Füchse Berlin-vonginum. Danin tók fyrst eitt brotskast, og síðan stórbjargaði hann, tá Hákun West av Teigum fekk gott pláss av vonginum.

Um kanska føroyingurin var við yvirlutan í tvídystinum ímóti Emil Nielsen, var tað Danmark, sum var ruddiliga við yvirlutan í dystinum. Dysturin endaði 39-24 til danir.

 

251102_HAKUN_NET


Sí øll sjey málini, sum Hákun West av Teigum skoraði ímóti Danmark í Golden League-dystinum í Trónheimi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815