Flogbóltur: U19 kvinnur og menn spæla um finalupláss í høllini á Hálsi

Flogbóltur: U19 kvinnur og menn spæla um finalupláss í høllini á Hálsi
U19 kvinnurnar hava tryggjað sær finalupláss, og mennirnir fáa høvið í dag, í 2025 NEVZA kappingini
 
25.10.2025 - 10:02

Føroysku U19 flogbóltskvinnurnar leiktu seg í gjár í finaluna í 2025 útgávuni av NEVZA kappingini. NEVZA er norðurevropeiska flogboltssambandið.

Ein 3-0 sigur á Onglandi tryggjaðu teimum eitt pláss í finaluni, ið verður sunnudagin kl. 15:00.

Í dag kl. 12:00 spæla ungu kvinnurnar ímóti Danmark - ein dystur ið verður avgerðandi fyri hvør verður nr. 1 og nr. 2 í innleiðandi bólkinum.

Føroysku U19 mennirnir spæla eisini ímóti Danmark í dag, og hesin dysturin er avgerðandi fyri at teir kunnu tryggja sær pláss í finaluni. 

Dysturin er júst farin í gongd kl. 10:00, í høllini á Hálsi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Týsdag 20. januar
Breddin: Bara ein vaksin í húskinum
202959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852