Rafah-marknaliðið letur upp mánadagin

Rafah-marknaliðið letur upp mánadagin
Marknaliðið millum Gasa og Egyptaland, Rafah, letur upp aftur mánadagin, sigur palestinska sendistovan í Egyptalandi í dag
Fylgisveinamynd av Rafah-marknaliðnum tikin hósdagin. Lastbilar við neyðhjálp bíða eftir at sleppa inn í Gasa
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
18.10.2025 - 16:36

Nú Rafah, sum í stóran mun hevur verið stongt síðani mai 2024, letur upp aftur, sleppa palestinar, sum búgva í Egyptalandi, aftur til Gaza, upplýsir palestinska sendistovan.

Ísraelski uttanríkisráðharrin, Gideon Saar, hevði áður sagt, at marknaliðið eftir ætlan letur upp í morgin.

Hundraðtals lastbilar við neyðhjálp bíða egyptisku megin Rafah, men ógreitt er, um og nær teir sleppa at flyta lívsneyðugu vørurnar inn á Gazageiran.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 9. desember
Veðrið
201256
Týsdag 9. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201232
Mánadag 8. desember
Heim, kæra heim III (3:3) - teknmálstulkað
201217
Mánadag 8. desember
Veðrið
201202