VIT og vitlíki - kunnu vit vera vinir?

VIT og vitlíki - kunnu vit vera vinir?
í komandi viku hevur barnaútvarpið evnisviku um vitlíki.
Mynd: Vitlíki  
 
17.10.2025 - 18:14

Hvat er vitlíki? Hevur vitlíki kenslur? Hví veit vitlíki so nógv um okkum? Í næstu viku seta vit fleiri spurningar um vitlíki. Vit brúka vitlíki í okkara gerandisdegi, og vit spyrja vitlíki um støddfrøði, tónleik, kenslur, hvussu kamarið skal síggja út og mangt mangt annað.

Í barnaútvarpinum í næstu viku varpa VIT ljós á vitlíki. VIT tosa við ymiskar serfrøðingar og børn, sjálvandi, sum eisini eru serfrøðingar. Í tveimum sendingum greiðir Tóri Slættalíð frá. Jóhanna Davidsen er sálarfrøðingur og VIT spyrja, hvussu tað er at tosa við vitlíki, sum ikki hevur kenslur. Hvussu læra vit saman við vitlíki - Oddfríður Marni Rasmussen er lærari, og hann fer at greiða frá, hvussu vitlíki verður brúkt í skúlanum. Lena Anderssen er tónleikari - vit hoyra hennara hugsan um vitlíki, tá ið tað kemur til list og tónleik.

Tónleikin, vit hoyra í barnaútvarpinum í næstu viku, er gjørdur saman við vitlíki. Og myndirnar, sum eru til sendingarnar, eru eisini gjørdar saman við vitlíki.

Vitlíki - 1. partur er kann hoyrast her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342