Hamas: Tekur tíð at útflýggja allar gíslarnar

Hamas: Tekur tíð at útflýggja allar gíslarnar
Líkini av 19 ísraelskum gíslum eru framvegis ikki útflýggjað
Lík av ísraelskum gísla verður borið til gravar í Ísrael.
Mynd: Jack Guez/AFP/Ritzau Scanpix  
 
17.10.2025 - 14:23

Hamas lovar at halda vápnahvíldaravtaluna og ætlar at útflýggja øll líkini av deyðu gíslunum, men sigur, at tað kann taka tíð.

Í fráboðan sigur Hamas, at tað kann taka tíð, “tí nøkur lík vórðu undir hersetingini grivin í oyðiløgdum tunlum, meðan onnur liggja í niðurrapaðum bygningum, sum vórðu bumbaðir ella tiknir niður.”

Líkini av 19 fólkum, sum vórðu tikin gíslar ella dripin í álopinum á Ísrael undir leiðslu av Hamas fyri tveimum árum síðani, eru framvegis ikki útflýggjað.

Ísrael krevur, at øll líkini vera útflýggjað, sum liður í fyrsta stigi av friðaravtaluni. 

Ísrael hóttir við at leypa á aftur krígsherjaða palestinska økið, um hetta ikki hendir.

Turkaland hevur sent serfrøðingar til Gasageiran. Teir skulu hjálpa til við leitingini eftir líkunum av deyðu gíslunum, sum hildið verður liggja undir húsatoftum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 9. desember
Veðrið
201256
Týsdag 9. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201232
Mánadag 8. desember
Heim, kæra heim III (3:3) - teknmálstulkað
201217
Mánadag 8. desember
Veðrið
201202