Føroyar skarvslop upp eftir styrkilistanum

Føroyar skarvslop upp eftir styrkilistanum
Sigrarnir hjá manslandsliðnum í fótbólti á Montenegro og Kekkia síggjast aftur á nýggja FIFA-styrkilistanum, har Føroyar fara níggju pláss fram
Hanus Sørensen og hinir á fótbóltslandsliðnum gera eitt skarvslop upp eftir nýggjasta FIFA-listanum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.10.2025 - 13:20

Sigrarnir hjá føroyska manslandsliðnum í fótbólti á Montenegro og Kekkia síggjast nú aftur á nýggjastu útgávuni av FIFA-styrkilistanum.

Føroyar eru nevniliga farnar níggju pláss fram á listanum frá nummar 136 til 127. Eingin á listanum er farin fleiri pláss fram hesa ferð.

Føroyska manslandsliðið er eisini tað, sum hevur vunnið mest stig í hesum umfarinum. 37.95 stig vóru góðu úrslitini verd.

Føroyar vunnu teimum flestu kunnugt 4-0 á Montenegro og 2-1 á Kekkia á Tórsvølli í síðstu viku, sum mann teljast millum bestu vikurnar hjá manslandsliðnum yvirhøvur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Við Tórði á túri undir Brúnni í Havn
207003
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941