“Tit koma at síggja nógv meira til mín”

“Tit koma at síggja nógv meira til mín”
Sissal hevur sett sín dám á dansigólvið í Dansifrøði, har hon hevur vunnið hjørtuni hjá bæði dómarum og áskoðarum. "Hetta er bara byrjanin. Nógv spennandi er í væntu"
Sissal og Eugen í Dansifrøði
Mynd: Martin Sylvest/Ritzau Scanpix  
 
16.10.2025 - 19:47

Tey, ið hava fylgt við í seinastu umførunum av donsku dansikappingini “Dansifrøði”, hava uttan iva lagt til merkis Sissal Jóhonnu Norðberg Niclasen, sum hevur staðið seg sera væl. Hon hevur verið millum trý tey bestu pørini hvørja ferð, sambært dómarunum.

Sissal greiðir frá, at hon kennir seg sera væl móttikna av bæði dønum og føroyingum, nú hon er við í allarsíðsta umfarinum av væl umtóktu dansikappingini. Sissal dansar saman við Eugen Miu, sum vann Dansifrøði í fjør.

Á sosialum miðlum er Sissal eisini sjónlig. Her vísur hon ofta brot úr sínum gerandisdegi og eisini onkuntíð brot frá dansivenjingini.

Móttøkan hevur verið ræðuliga góð. Fólk hava verið so stuðlandi. Eg havi allatíð verið eitt sindur nervøs, tí eg eri so nýggj í tí donsku bransjuni.

Sissal Jóhonnu Norðberg Niclasen um luttøkuna í Dansifrøði

 

Sissal greiðir frá, at tað er ein avbjóðing at smikra seg inn á donsku áskoðararnar, serliga tá kappingin longu er so hørð og nógv kend andlit eru við. Tí er hon so sera takksom og ótrúliga fegin um allar føroyingarnar, sum skrivað til hennara og stuðlað við atkvøðum.

Tá hon tekur saman um, so heldur hon at móttøkan hevur verið ótrúliga góð.

 

Eurovision var eitt minni fyri lívið

Tað var í danska Melodi Grand Prix, at havnadaman veruliga gjørdi vart við seg, tá hon sang seg víðari til sjálva Eurovision sangkappingina og síðani í sjálva finaluna við lagnum "Hallucination".

Í nýggju sending hjá Kringvarpinum, “Hvørvisjón”, sleppa vit heilt tætt inn at lívinum hjá Sissal.

Familjan sigur frá, hvussu hon longu sum barn sýndi evni og áhuga fyri framførslum og sangi, og hvussu hon nærum tykist gjørt til teir stóru pallarnir, so sum Eurovision.

Vit fylgja Sissal í heimligum umhvørvi á Oyrasundi, eru í bindiklubbi og sleppa afturum stóra pallin í Basel.

 

SÍ EISINI: Hvørvisjón

 

Sissal Jóhanna Norðberg Niclassen Eurovision 2025

Caption: 
Ritzau Scanpix/Ida Marie Odgaard

 

Eg síggi aftur á tíðina sum ótrúliga stuttliga. Tað er ein kempi uppliving og eitt privilegium at hava verið partur av. Eg var serliga takksom fyri at hava sloppið at verið partur av einum opnum og fevandandi umhvørvi. 

Sissal Jóhonnu Norðberg Niclasen um luttøkuna í Eurovision-finaluni

 

Sissal hevur møtt nógvum nýggjum fólki í tónleikavinnuni og ikki minst fingið vinir fyri lívið, sum hon enn hevur gott samband við.

Tá ið Sissal verður spurd, um hon kundi brúka nakað av tí, hon hevur lært frá Eurovision, brosar hon og svarar:

Eg kann so ikki taka míni dansimoves við, tí eg dansaði ikki nógv, men eg kann avgjørt taka tað við, at eg eri von við at standa á einum palli 

Sissal Jóhonnu Norðberg Niclasen, luttakari í Dansifrøði

 

Sissal og Eugen Miu í Dansifrøði Vild Med Dans

Caption: 
Martin Sylvest/Ritzau Scanpix

 

Tónleikur fremstur – og meira er á veg 

Hóast dansurin fyllir nógv beint nú, er tað tó tónleikurin, sum Sissal veruliga brennur fyri.

Hon arbeiðir við nýggjum tónleiki, ið verður almannakunngjørdur í novembur, og hóast hon ikki vil avdúka ov nógv enn, sigur hon, at nógv spennandi er á veg. Hon sigur avgjørd:

Eg geri tónleik. Eg vil ikki vera ávirkari – tað er ikki mín dreymur 

Sissal Jóhonnu Norðberg Niclasen um sín leiklut

 

Sissal leggur eisini afturat, at komandi tíðina fara vit at síggja hana á skíggjanum í øðrum samanhangum, hóast hon ikki enn kann avdúka júst hvat og hvar.

 

Síggj Sissal í Dansifrøði

Í annaðkvøld kann man enn einaferð fylgja Sissal og Eugen á dansigólvinum, tá fjórða umfar av Dansifrøði verður víst.

Kringvarpið vísir sendingina frá klokkan 20:20, og kappingin er eisini beinleiðis á TV 2 klokkan 19:00 føroyska tíð. Tá ber til at atkvøða fyri Sissal og Eugen við at skriva SE til 1234.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. november
RagnarRokk 13.november 2025
198926
Hósdag 13. november
RagnarRokk: Walter Trout um Sign Of The Times
198924
Hósdag 13. november
Kvørnin: "Ævir, amen", GØ
199857
Hósdag 13. november
Nýtt ljóð
199875
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. november
Møti hjá Heimamissiónini á Kambsdali
199889
Hósdag 13. november
Veðrið
199872
Mikudag 12. november
Sjarma, sjálvalit & lekkurt hár
199805
Mikudag 12. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199801
Týsdag 11. november
Veðrið
199775