- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sýriski forsetin vil hava Russland at útflýggja al-Assad

Sýriski forsetin, Ahmad al-Sharaa, kom seinnapartin í gjár á vitjan í Russlandi, har hann skal hitta russiska forsetan, Vladimir Putin.
Almenna skráin er, at ríkisleiðararnir báðir á fyrsta fundinum skulu tosa um samstarv og menning í økinum.
Men eitt mál, sum ikki verður nevnt, er fyrrverandi sýriski forsetin, Bashar al-Assad, sum Ahmad al-Sharaa sjálvur var við til at reka frá valdinum í fjør.
Bashar al-Assad hevur síðani búð í útlegd í Moskva.
Ábendingar eru um, at al-Sharaa fer at nýta høvið til at biðja um at fáa fyrrverandi sýriska forsetan útflýggjaðan til Sýria.
Tað skrivaði Reuters í gjárkvøldið.
Bashar al-Assad hevur búð í Russlandi, síðani hann var rikin frá valdinum í fjør. (Savnsmynd)
Toppfundur útsettur
Eftir ætlan skuldi Ahmad al-Sharaa luttaka á stórum toppfundi fyri fleiri leiðarar í arabisku londunum.
Men Kreml hevur boðað frá, at fundurin verður útsettur, tí tað liggur ikki fyri hjá fleiri leiðarum at møta. Grundin er virksemið í Washington í sambandi við friðaravtaluna fyri Gasa, skrivar The Moscow Times.
Kortini hevur sýriski forsetin raðfest fundin við Putin í Moskva.
Sýriski forsetin segði mánadagin við CBS News, at stjórnin hjá sær fer at nýta allar løgfrøðiligar møguleikar at draga fyrrverandi forsetan Bashar al-Assad til svars, uttan at elva til ósemju við Russland.


























