Breddin: Verður varandi friður í Miðeystri?

Breddin: Verður varandi friður í Miðeystri?
Í sendingini varpa vit ljós á friðaravtaluna millum Hamas og Ísrael
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur havt ein týðandi leiklut í royndini at fáa friðaravtaluna í lag.
Mynd: AP  
 
16.10.2025 - 09:44

Mánadagin kom ein friðaravtala millum Hamas og Ísrael formliga í gildi.

Umleið 2.000 fangar eru komin aftur til Gasa, og allir 20 ísraelsku gíslarnir, sum eru á lívi, eru latnir leysir, og eru nú aftur í Ísrael,

Men enn bíða familjur í Ísrael eftir líkinum av teimum, sum ikki komu aftur á lívi.

Samstundis er vápnahvíldin viðkvom - og óttin fyri, at bardagarnir byrja aftur, veksur hvønn dag.

Men fer vápnahvíldin at skapa varandi frið í longdini?

Hvør hevur ábyrgdina av, at friðurin verður varandi - Ísrael, Hamas ella útlendskir aktørar sum USA og Egyptaland?

Og hvussu stórt er trýstið á ísraelsku stjórnina frá fólkinum, sum bæði vil hava tryggleika og rættvísi?

Tað eru nakrir av spurningunum, vit seta í sendingini í dag.

Breddin í útvarpinum klokkan 10. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta í Dals kirkju
205639
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619