Verjumálaráðharrin: Ukraina má fáa størri hernaðarliga hjálp

Verjumálaráðharrin: Ukraina má fáa størri hernaðarliga hjálp
Tøl vísa, at stuðulin til USA minkaði 57 prosent í summar samanborið við fyrra hálvár
Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, stúrir fyri gongdini, nú evropeiski stuðulin til Ukraina er minkaður.
Mynd: Emil Nicolai Helms/Ritzau Scanpix  
 
15.10.2025 - 11:48

Danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, er stúrin um støðuna, sum staðfestir, at evropeiski stuðulin til Ukraina er nógv minkaður seinastu tíðina. 

Ein frágreiðing frá Kiel-stovninum, sum fylgir við, hvussu nógv lond lata Ukraina, vísir, at stuðulin í juli og august minkaði 57 prosent samanborið við fyrra hálvár í ár,

- Fær Ukraina ikki størri hjálp, vikna stríðevnini hjá landinum nógv, sigur Troels Lund Poulsen, sum í dag hittir Nato-starvsfelagar í Brússel.

 

Danmark latið 67 mia. kr. 

Danmark er millum tey londini, sum hava latið Ukraina mestan stuðul. Síðani Russland leyp á Ukraina, hevur Danmark latið Ukraina 67,6 milliardir kr. í hernaðarligum stuðli.

Og londini, sum keypa flest amerikansk vápn, sum síðani verða latin Ukraina, eru Svøríki. Noreg, Kanada, Týskland og Danmark.

- Men neyðugt er, at fleiri Nato-lond rinda meira, ikki minst fyri at fáa USA vera við, tí amerikanska umsitingin hevur gjørt greitt, at USA fer ikki at fíggja vápn til Ukraina, sigur Troels Lund Poulsen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493