Múte stúrir ikki fyri hóttan um stevning

Múte stúrir ikki fyri hóttan um stevning
Fyrrverandi landsstýrisformaðurin í Grønlandi sigur, at hann fer ikki at taka orðini um snyrlamálið aftur
Múte B. Egede hevur samanborið smyrlamálið í Grønlandi við fólkadráp.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
15.10.2025 - 08:38

Múte B. Egede, fyrrverandi landsstýrisformaður í Grønlandi, missir ikki svøvnin, nú Tom Høyem, sum var grønlandsmálaráðharri frá 1982 til 1987, hevur hótt við stevna honum fyri ærumeiðing og bakbit, tí hann kallaði snyrlamálið fólkadráp.

Múte B. Egede skrivar á Facebook, at hann tekur ikki orðini hjá sær aftur.

Hann sigur, at hann skuldsetti danska statin fyri fólkadráp, ikki einstaklingar.

- Eg eri meira enn til reiðar til at taka tað, sum kemur, sigur hann.

- Tað ber ikki til at hótta meg til at tiga, skrivar hann eisini á Facebook.

Tom Høyem ætlar at stevna, tí hann heldur, hann hevur skyldu til at verja starvsfólkini í Grønlandsmálaráðnum.

Tom Høyem er einasti grønlandsmálaráðharri, sum er á lívi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342