- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroysku hondbóltskvinnurnar dreymabyrjan við sigri á Íslandi

So eydnaðist tað endiliga.
Í 24. royndini vunnu føroysku hondbóltskvinnurnar loksins á Íslandi, og við sigrinum fingu Føroyar dreymabyrjan upp á nýggju EM-undankappingina.
Avrikið var ikki uttan lýti. Føroyska spælið var stundum merkt av nervum og óneyvum skotum. Men føroysku kvinnurnar treiskaðust, tær løturnar mótgongd var, og vístu at menningin síðstu árini ikki bara hevur verið á vøllinum, men eisini í høvdinum á spælarunum.
Lív eftir Høj
Fyri fyrstu ferð í langa tíð var eingin Brynja Høj undir liðini á Pernille Brandenborg í føroysku miðverjuni.
Men avloysarin, Lív B. Zachariasen, vísti, at tað er lív eftir verjukempuna úr Neistanum, sum ivaleyst sjálv hevði verið væl nøgd við slíkan innsats.
Tað stóð á, men síðstu løtuna høvdu føroyingarnir ís í æðrunum. Tí vóru tað Føroyar, sum fingu 24 mál, og íslendingar, sum máttu taka til takkar við 22 málum.
Tvey stig á útivølli kunnu gerast altavgerandi í stóra EM-putlispælinum.
Struku avstað
Føroyingarnir struku avstað frá byrjan.
Heimaliðið slapp ikki ígjøgnum føroysku verjuna, og trýstu skotini útifrá tók Rakul Wardum sær av.
Í álopinum gekk eisini nøkulunda. Súna Krossteig Hansen byrjaði væl, og vann fleiri av sínum nærdystum ein ímóti einari.
Stígur kom kortini í, millum annað tí føroyingarnir misnýttu eitt sindur ov illa, og tí fingu íslendingarnir hálaðu seg upp á javnleik 11-11 í steðginum.
Skrivaðu søgu
Efitr steðgin endurtók sama mynstrið seg. Føroyar skutu trý tey fyrstu málini, og júst ta løtuni sá út til, at heimaliðið var í vanda fyri at missa takið.
Soleiðis gjørdist kortini ikki. Ísland vann seg enn einaferð fram aftur á føroyingarnar, sum aftur høvdu hug at brenna kjansirnar, sum góða spælið úrslitaði í.
Eina løtu vóru íslendingarnir enntá frammanfyri, men tá vístu føroysku kvinnurnar, at tær ikki høvdu hug til at íslendingar skuldu skriva sína saga í Lambhagahøllini. Heldur skrivaðu tær sína egnu søgu.
Gylt avrik
Blaðunga Gylta á Neystabø fekk sín fyrsta kjans millum tær vaksnu og tók av við trimum stórbjargingum.
Í álopinum spældu og bardu Jana Mittún, Sína Krossteig Hansen og Maria Pálsdóttir Nólsoy, sum kom inn hóast snuddur í økslini órógvaði, seg ígjøgnum stóru íslendsku verjuna ferð eftir ferð.
Føroyar komu upp á pluss trý, og hóast tað stóð eitt sindur á, hildu kvinnurnar høvdið kalt og vunnu við tveimum.
Íslendsku grannarnir máttu endiliga boyggja seg fyri treisku føroyingunum, sum hava givið sær sjálvum dreymabyrjan upp á EM-undankappingina.
Montenegro vann greitt á Portugal í fyrsta dystinum, og tí verður talan um toppdyst, tá Føroyar taka ímóti balkanliðnum við Tjarnir leygardagin.
Lambhagahøllin (EM-undankappingin, 1. umfar)
Ísland - Føroyar, 22-24 (11-11)
Føroysku málskjúttarnir: Jana Mittún 7, Pernille Brandenborg 6, Súna Krossteig Hansen 4, Rannvá Olsen 2, Lív B. Zachariasen 1, Maria P. Nólsoy 1, Maria Halsdóttir Weyhe 1, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 1, Lív S. Poulsen 1




























