- Tíðindi, mentan og ítróttur
Byggivinnan besta úrslitið í fjør
Byggivinnan besta úrslitið í fjør
Verri gekk í øðrum vinnugreinum, m.a. fiskivinnu og aling

Úrslitið hjá byggivinnuni í fjør var 53 milliónir kr. størri enn í fyrrárið, ella góð 25 prosent.
Mynd: Hagstovan
15.10.2025 - 10:04
Byggivinnan hevði í fjør higartil besta úrslitið, skrivar Hagstovan.
Men í øðrum vinnum var úrslitið verri í fjør enn í 2023.
Tær vóru millum annað fiskivinna og aling og framleiðsluvinna.
Korona gjørdi, at í 2020 var úrslitið hjá allari vinnu meira enn ein milliard verri enn í 2019.
Í 2021 var úrslitið hjá vinnuni 2,8 milliardir krónur, í 2023 var úrslitið komið upp á 3,8 milliardir krónur, men í fjør fór tað niður á 3,4 milliardir krónur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























