Skeið í rottutýning ov dýrt

Skeið í rottutýning ov dýrt
Kommunan fær nógvar fráboðanir um rottu, men skeiðið er alt ov dýrt, sigur Eyðstein Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu
Eyðstein Zachariassen er borgarstjóri í Sunda kommunu
Mynd: Savnsmynd  
 
11.10.2025 - 13:28

Sunda kommuna sendir ikki fólk á skeið í fyribyrging og týning av rottu, sum er treyt til tess at gerast rottutýnari.

Tað er Umhvørvisstovan, sum stendur fyri skeiðinum, sum verður í døgunum 20. til 23. oktober.

Kommunan fær nógvar fráboðanir um rottu, men skeiðið er alt ov dýrt, sigur Eyðstein Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu.

Borgarstjórin vil ikki brúka pengar upp á hotellgisting til skeiðsluttakarar, sum er partur av skeiðinum.

 

Hoyr samrøðu við Eyðstein Zachariassen í útvarpstíðindunum:

1769189

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365