- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump vónbrotin um ikki at fáa friðarheiðurslønina

Tað er ikki fallið í góða jørð í Hvítu húsunum, at Nobelnevndin hevur gjørt av at lata venesuelansku Mariu Corina Machado friðarheiðurslønina hesa ferð.
Tað skrivar NRK.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sjálvur róð framundir, at hann átti at fingið friðarheiðurslønina, men tá leiðarin í Nobelnevndini fyrrapartin kunngjørdi móttakaran, gjørdist endaliga greitt, at amerikanski forseti varð lopin um.
Jørgen Watne Frydnes, formaður í Nobelnevndini, kunngjørdi fyrrapartin, at Mari Corina Machado úr Venesuela fær friðarheiðursløn Nobels í ár. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)
Vónbrot
Steven Cheung, sum er samskiftisleiðari í Hvítu húsunum, gjørdi fyrrapartin greitt, at í USA eru tey vónbrotin um, at forsetin ikki fær friðarheiðurslønina.
- Donald Trump skal halda fram við at gera friðaravtalur, enda kríggj og bjarga lívi, skrivar Steven Cheung á X, og hann leggur afturat, at Nobelnevndin hevur gjørt greitt, at hon setur politikk fram um frið.
Ein spurningur, sum hevur verið frammi er, um avgerðin hjá Nobelnevndini kann raka Noreg á onkran hátt.
Tað kann bara tíðin vísa, men tað er ivaleyst sum at bera brenni á bál, at Jonas Gahr Støre, norskur forsætisráðharri, kallar avgerðina hjá Nobelnevndini eitt sterkt tekin um demokratisk rættindi.


























