Stríðskvinna í Venesuela fær friðarheiðursløn Nobels

Stríðskvinna í Venesuela fær friðarheiðursløn Nobels
Maria Corina Machadi hevur stríðst fyri fólkaræði í heimlandinum, sum nú er vorðið eitt einaræði
58 ára gamla Maria Corina Machado úr Venesuela hevur fingið friðarheiðursløn Nobels í ár.
Mynd: Federico Parra/AFP/Ritzau Scanpix  
 
10.10.2025 - 11:44

58 ára gamla Maria Corina Machado úr Venesuela hevur fingið friðarheiðursløn Nobels fyri stríð sítt í heimlandinum fyri fólkaræði.

Formaður í Nobel-nevndini, Jørgen Watne Frydnes, segði millum annað, at Venesuela er farið frá at vera eitt rímiliga vælvirkandi fólkaræði og land, til eitt rátt einaræði, har búskapurin liggur í skeljasori, og mannarættindini ikki verða vird.

Maria Corina Machadi er fødd í 1967 í Caracas í Venesuela.

 

Misti tingsessin

Hon stóð millum annað á odda  fyri flokkinum Vente Venezuela, sum var stovnaður í 2012. Hon sat í tjóðartinginum  frá 2011 til 2014, men misti sín sess, tí hon mótmælti stýrinum hjá Nicolas Maduro, forseta. Hon hevur samdstundis mist rættin til at virka alment í 15 ár.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur fleiri ferðir seinastu tíðina gjørt vart við, at hann átti at fingið friðarheiðurslønina fyri sítt arbeiði at fáa frið í lag millum lond, og nú at enda stríðið í Gasa.

Men Nobel-nevndin sigur, at útgangsstøðið fyri tilnevningini skal takast í tí, sum er hent í 2024, og ikki tí, sum hendir nú.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. februar
Bolero
203894
Sunnudag 8. februar
Gudstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203891
Sunnudag 8. februar
Akademia:"Mentan og samleiki"
203815
Leygardag 7. februar
PLÁTUPANELIÐ #037 (Laurel Canyon)
203877
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864
Fríggjadag 6. februar
Úr savninium: Við Naddoddi um hav
203854