Herdar reglur skulu forða fyri spekulatión

Herdar reglur skulu forða fyri spekulatión
Nú skal forðast fyri, at skattafyrimunurin í FAS, føroysku altjóða skipaskránni, verður misbrúktur
 
10.10.2025 - 05:55

Nú skal forðast fyri, at skattafyrimunurin í FAS, føroysku altjóða skipaskránni, verður misbrúktur.

Orsøkin er, sigur landsstýrið, at í 2021 var eitt mál, har illgruni var um, at felag hevði misnýtt skipanina við skattaafturbering av lønum.

Og sama ár var felag, sum hevði skip í FAS, sett í samband við mutursgølu og hvítvasking. 

Nú vera krøv um umboðsfólk ásett í lógini um FAS.

Krøvini eru longu í kunngerð, men nú vera tey nágreinað og herd.

Umboð í Føroyum

Tey, sum hava skip í FAS og búgva uttanlands, skulu tilnevna umboðsfólk, sum býr Føroyum.

Og umboðsfólkið skal kunna taka í móti kunnuggering og stevningum eigarans vegna og hava fulltrú at handla eigarans vegna mótvegis Skipaskrásetingini.

Umboðsfólkið skal haraftrat hava ábyrgdina av, at skyldur, sum eru lagdar á eigaran, vera hildnar. 

Heimildin hjá Skipaskrásetingini at strika skip úr FAS verður víðkað. 

Skip, sum ikki lúka krøvini um tryggan rakstur ella gjalda fyri at vera í FAS, kunnu vera strikað. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. november
RagnarRokk 13.november 2025
198926
Hósdag 13. november
RagnarRokk: Walter Trout um Sign Of The Times
198924
Hósdag 13. november
Kvørnin: "Ævir, amen", GØ
199857
Hósdag 13. november
Nýtt ljóð
199875
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. november
Møti hjá Heimamissiónini á Kambsdali
199889
Hósdag 13. november
Veðrið
199872
Hósdag 13. november
Sjarma, sjálvalit & lekkurt hár ok
199856
Mikudag 12. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199801
Týsdag 11. november
Veðrið
199775