- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hákun tryggur í teprum CL-sigri

Hákun West av Teigum skoraði fýra ferðir upp á fýra málroyndir, tá Füchse Berlin vann á Dinamo Bukarest í evstu løtu í Champions League-bólkaspælinum.
Føroyski vongurin fekk øll málini í fyrra hálvleiki - eitt av teimum longu í 7. minutti, tá hann hevði snýkt seg inn á strikuna - í dystinum ímóti rumenska liðnum, sum gjørdist javnari, enn nakar hevði roknað við.
Útiliðið var í roynd og veru frammanfyri meginpartin av seinna hálvleiki, men í evstu løtu fekk heimaliðið í Max-Schmeling-Halle eitt brotskast, sum Tobias Grøndahl setti í netið til 32-31.
Hákun West av Teigum og teir hava framvegis fult stigatal við átta stigum fyri fýra dystir. Aftanfyri liggja Aalborg og Veszprem við seks stigum í part.



























