Gevast at framleiða Nøtte - 42 prosent endaðu í Føroyum

Gevast at framleiða Nøtte - 42 prosent endaðu í Føroyum
Nøtte hevur verið framleitt síðani 1964, men sølan er minkað, og maskinurnar krevja nógv viðlíkahald
Nøtte hevur verið vælumtókur viðskeri í Føroyum
Mynd: MarcyVF/CC BY-SA 4.0  
 
10.10.2025 - 13:56

42 prosent av allari framleiðsluni av Nøtte í fjør endaðu í Føroyum.

Tað upplýsir Kristoffer Barbøl Vikebak, samskiftisleiðari í Orkla Foods í Noregi.

- Í fjør framleiddu vit 100.000 dósir av Nøtte, og av teimum endaðu 42.000 í Føroyum, sigur samskiftisleiðarin.

Kristoffer Barbøl Vikebak. (Mynd Orkla)

 

Bæði í Miklagarði og í Á-handlinum á Hálsi hava tey merkt størri áhuga millum kundarnar at keypa Nøtte, nú framleiðslan er endað.

Eisini kundar harmast, at framleiðslan av Nøtte nú er endað. Irena Áarberg hevur gjøgnum allan sín uppvøkstur kent til Nøtte, og hon heldur, at framleiðsla av Nøtte kundi verið í Føroyum, tí føroyingar keypa so nógv Nøtte.

Nøtte hevur verið framleitt síðan 1964, men fyri einum mánaði síðan boðaði Orkla Foods í Norra frá, at nú endar framleiðslan av Nøtte vegna vánalig sølutøl, men føroyingar hava verið trúgvir kundar. 

Umframt vánalig sølutøl, so vóru maskinurnar, sum framleiddu Nøtte, nú vorðnar so mikið gamlar, at tær kravdu nógv viðlíkahald, sigur Kristoffer Barbøl Vikebak.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

Notte_kl_1220

 

Á seinasta framleiðsludegnum av Nøtte og Sunda, tók Orkla Foods hesa myndina, har tveir maskinmenn arbeiða upp á gomlu maskinurnar, tí tær kravdu so nógv viðlíkahald:

Nøtte og Sunda

Caption: 
Mynd: Orkla Foods í Norra
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. november
RagnarRokk 13.november 2025
198926
Hósdag 13. november
RagnarRokk: Walter Trout um Sign Of The Times
198924
Hósdag 13. november
Kvørnin: "Ævir, amen", GØ
199857
Hósdag 13. november
Nýtt ljóð
199875
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. november
Møti hjá Heimamissiónini á Kambsdali
199889
Hósdag 13. november
Veðrið
199872
Hósdag 13. november
Sjarma, sjálvalit & lekkurt hár ok
199856
Mikudag 12. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199801
Týsdag 11. november
Veðrið
199775