Fólkakirkjan limur í Porvoo

Fólkakirkjan limur í Porvoo
Porvoo er eitt kirkjuligt samstarvsskjal við umboðum úr norðurlendskum, anglikanskum og europeiskum kirkjum
Jógvan Fríðriksson, biskupur, og Bergur Berg, fulltrúi, skrivaðu undir samstarvsskjalið millum Porvoo og fólkakirkjuna og Almanna- og Mentamálaráðið.
Mynd: Fólkakirkjan.fo  
 
10.10.2025 - 08:33

Føroyska fólkakirkjan er vorðin limur í kirkjuliga felagsskapinum Porvoo.

Tað hendi í Cardiff í Wales týsdagin.

Porvoo er eitt kirkjuligt samstarvsskjal við umboðum úr norðurlendskum, anglikanskum og europeiskum kirkjum.

Endamálið er at styrkja felags apostólsku trúnna og skapa størri fatan um kirkjuliga embætið og kirkjuligu tænastuna.

Umframt føroysku fólkakirkjuna eru kirkjur úr 15 londum í Porvoo.

Jógvan Fríðriksson, biskupur, og Bergur Berg, fulltrúi, skrivaðu undir samstarvsskjalið millum Porvoo og fólkakirkjuna og Almanna- og Mentamálaráðið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342