Bakkafrost í Skotlandi stevnt atgerðarmanni

Bakkafrost í Skotlandi stevnt atgerðarmanni
Bakkafrost hevur stevnt, tí Don Staniford hevur verið á ognunum ella við tær hjá Bakkafrosti í Skotlandi, bæði á landi og á sjógvi
Bakkafrost í Skotlandi. Don Staniford skal ikki koma nærri ognum hjá Bakkafrosti enn 15 metrar, er kravið í sakarmálinum.
 
10.10.2025 - 08:11

Bakkafrost í Skotlandi hevur stevnt atgerðarmanninum, Don Staniford.

Málið verður viðgjørt í Dunoon Sheriff Court í apríl næsta ár, skrivar Kyst.no.

Tríggir dagar eru settir av til málið.

Bakkafrost hevur stevnt, tí Don Staniford hevur verið á ognunum ella við tær hjá Bakkafrosti í Skotlandi, bæði á landi og á sjógvi.

Bakkafrost vil hava rættin at banna honum tað.

Forboðið skal eisini galda fyri fólk, sum virka hansara vegna, sigur Bakkafrost. Staniford skal ikki koma nærri ognum hjá Bakkafrosti enn 15 metrar er kravið.

 

Atgerðarmaður í 20 ár

Aðrar alifyritøkur, so sum Mowi Scotland og Scottish Sea Farms, hava longu fingið forboð móti Don Staniford.

Hann er atgerðarmaður, aktivistur, móti laksaaling. Hann hevur verið tað í yvir 20 ár.

Staniford skyldar Mowi Scotland 123.000 pund, góða millión, í sakarkostnaði.

Hann sigur seg hvørki vera føran fyri ella vilja gjalda.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762