- Tíðindi, mentan og ítróttur
Strandferðslan hótti eisini fyri seks árum síðani
Strandferðslan hótti eisini fyri seks árum síðani
Tað er ikki fyrstu ferð, at Jens Sivar Djurhuus hevur tikið mynd av opnum hekkuportri á avloysaraskipi hjá Strandferðsluni

Prince avloysti Smyril á suðuroyarleiðini í 2019. (Savnsmynd)
09.10.2025 - 13:45
Fyri seks árum síðani hótti Strandferðslan eisini Suðuroyar sjúkrahús í einum líknandi máli, sum við opna hekkuportrinum á Galaxy.
Tá fekk Strandferðslan ta fatan, at vóru líknandi myndir aftur kunngjørdar, so skuldi myndatakarin missa starvið á sjúkrahúsinum.
Jens Sivar Djurhuus.
Fyri seks árum síðani tók Jens Sivar Djurhuus mynd av hekkuportrinum á avloysaraskipinum Prince, sum eisini gloppaði.
Strandferðslan fekk ta fatan, at gjørdi Jens Sivar Djurhuus hetta aftur, so fekk hann eina uppsøgn.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
09102025_Fleiri_hottanir
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























