Rætting frá tíðindaleiðaranum

Rætting frá tíðindaleiðaranum
Í Degi og viku týskvøldið 7. oktober var eina løtu ein misvísandi mynd á skíggjanum. Vit eru hørm um hetta og rætta við hesum mistakið
 
09.10.2025 - 18:03

Í málinum um opna hekkuportrið á Galaxy hevur henda myndin verið víst í Kringvarpinum ofta síðani 16. september. Hon er eftirkannað av serfrøðingum, sum kunnu prógva, at myndin er røtt.
 

 

Í Degi og viku týskvøldið varð hendan myndin víst her á vegginum aftan fyri vertin.

 

 

Hetta er ein mynd, sum er broytt, so hon IKKI vísir veruleikan. Munurin sæst á ljósinum, sum her eisini kemur inn oman fyri portrið. Henda myndin átti ikki at verið brúkt. Her er ein sera óheppin feilur hendur.

Myndin varð framleidd av einum starvsfólki, sum vildi prógva, hvussu lætt og skjótt tað í veruleikanum er at broyta myndir. Tíverri endaði myndin ikki í ruskílatinum, men í einari mappu, haðani hon fór inn í sendiskipanina og upp á skíggjan í Degi og viku.

Kringvarpið hevur annars greiðar reglur um, at verða eftirgjørdar myndir nýttar, skulu tær eyðmerkjast týðiliga, so ongin ivi kann uppstanda. Í hesum førinum hendi eitt menniskjaligt mistak, og ein tilgjørd mynd fór út ótilætlað. Kringvarpið biður hyggjaran um umbering fyri mistakið.

Katrin Petersen, tíðindaleiðari, greiðir frá her: 

 

251009_DV_KATRIN

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493