Hekkuportrið: Strandferðslan royndi at trýsta Suðuroyar sjúkrahús

Hekkuportrið: Strandferðslan royndi at trýsta Suðuroyar sjúkrahús
Rakstrarleiðarin á SSL hótti við, at sjúkraflutningstænastan ikki kann vera á bildekkinum undir sigling
Alt meira kemur fram í málinum um hekkuportrið á Galaxy. 
 
09.10.2025 - 13:13

Strandferðslan royndi at trýsta Suðuroyar sjúkrahús, tá tey fingu illgruna um, at tað var eitt starvsfólk á sjúkrahúsinum, sum hevði tikið myndina av hekkuportrinum á Galaxy og sent hana til Kringvarpið. 

Tað vísir alment innlit, sum Kringvarpið hevur fingið í samskiftið millum Strandfaraskip landsins og Suðuroyar sjúkrahús. 

Rakstrarleiðarin á SSL hótti við, at sjúkraflutningstænastan ikki kann vera á bildekkinum undir sigling.

Alment sett starvsfólk hava talufrælsi, og tað eigur ikki at koma fyri, at eitt starvsfólk verður hótt til at tiga um slík viðurskifti, sigur Jógvan Páll Lassen, løgfrøðingur og advokatur. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

09102025_SSL_og_tryst

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713