ES-lond ósamd um fleiri tiltøk móti Russlandi

ES-lond ósamd um fleiri tiltøk móti Russlandi
Eysturríki tekur ikki undir við revsitiltøkunum, og stúrt verður fyri, at hetta kanna elva til eitt óheppið fordømi
Revsipakkin skal hava undirtøku frá øllum limalondunum fyri at verða samtyktur.
 
09.10.2025 - 15:35

ES-londini eru framvegis  ósamd um 19. pakkan við revsitiltøkum móti Russlandi.

Tá ES-sendiharrar hittust í gjárkvøldið, boðaði Eysturríki frá, at tað ikki tók undir við revsitiltøkunum, skrivar Bloomberg.

Eysturríki krevur, at revsitiltøkini móti einum russiskum felag verða sett úr gildi, so at peningur úr felagnum kann flytast til ein eysturríkskan peningastovn.

Eysturríki stóð einsamalt í kravinum, og onnur ES-lond stúra nú fyri, at hetta kann elva til eitt óheppið fordømi.

 

Krevur undirtøku frá øllum limalondum

Revsipakkin skal hava undirtøku frá øllum limalondunum fyri at verða samtyktur.

ES hevur arbeitt við nýggjasta pakkanum við revsitiltøkum móti Russlandi síðani fyrst í september.

Men ES-sendiharrarnir eru í hvussu er samdir um eina ætlan um at gevast at brúka alla russiska olju og gass innan januar 2028, skrivar Reuters.

Ráðharraráðið skal atkvøða um ætlanina 20. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847