Harmast handfaringina av málinum um fráfaringaraldur

Harmast handfaringina av málinum um fráfaringaraldur
Klaksvíkar kommuna biður um umbering og sigur seg skilja, at starvsfólk hava kent seg stoytt
Sum kommuna taka vit ábyrgd av hesum sera óhepnu signalum, sum viðgerðin hevði við sær, og biðja vit um umbering fyri hetta, sigur Klaksvíkar komma.
 
08.10.2025 - 09:18

Klaksvíkar kommuna sigur seg nú harmast um, hvussu málið um fráfaringaraldur var handfarið.

Málið var fyri á býráðsfundi 25. september, men var beint aftur í umsitingina at tillaga.

Endamálið við málinum var at skapa eina trygga tilgongd í sambandi við starvsviðurskiftini hjá starvsfólkum, sum nærkast fráfaringaraldri, sigur kommunan á heimasíðuni. 

Men orðingar í tilmælinum elvdu til kjak og ónøgdsemi.

Sum kommuna taka vit ábyrgd av hesum sera óhepnu signalum, sum viðgerðin hevði við sær, og biðja vit um umbering fyri hetta, sigur kommunan eisini.

Vit skilja væl, at starvsfólk kenna seg stoytt av óhepnum orðingum.

 

Ikki í tráð við hugburðin 

Vit skulu undirstrika, at hesar orðingar ikki eru í tráð við tann hugburð, sum Klaksvíkar kommuna hevur.

Vit hava størstu virðing fyri øllum okkara starvsfólkum, bæði yngri og ikki minst eldri, royndum starvsfólkum, sum bæði eru dugnalig og hava stórt virði fyri sín arbeiðsgevara og hollar royndir og vitan at geva av, sigur kommunan.

Og nú málið aftur er í umsitingini, fara vit at gera okkum ómak við viðgerðini fyri at tryggja starvsfólkunum hjá komununi tryggar, rættvísar og væl skipaðar tilgongdir, sigur kommunan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493