Óneyðugt at hækka avgjøld, hóast skattastigin verður javnaður

Óneyðugt at hækka avgjøld, hóast skattastigin verður javnaður
Samgongan eigur heldur at lækka avgjøldini, sigur arbeiðsgevarafelagið
Føroya arbeiðsgevarafelag tað vera óneyðugt at hækka avgjøldini tvey prosent um árið.
 
07.10.2025 - 11:29

Landsstýrið sigur sjálvt, at tað kostar landskassanum einki at lata skattastigan fylgja lønargongdini.

Tí heldur Føroya arbeiðsgevarafelag tað vera óneyðugt at hækka avgjøldini tvey prosent um árið.

Landsstýrið ætlar at hækka avgjøld tvey prosent um árið, heldur enn at javna avgjøld við gongdina í prístalinum.

Tvey prosent eru inflatiónsmálið hjá evropeiska miðbankanum. 

 

Nóg dýrt sum er

Fyrimunirnir eru, sigur landsstýrið, at javningin svarar til prísgongdina, uttan at fylgja við inflatiónssveiggjum frá ári til árs. 

Arbeiðsgevarafelagið sigur, at ikki er neyðugt at hækka nøkur gjøld yvirhøvur, hóast skattastigin verður javnaður.

Og tað er nóg dýrt sum er í Føroyum, sigur felagið.

Samgongan eigur heldur at lækka gjøldini, siga arbeiðsgevarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493