Livandi legenda live í Leitisstein

Livandi legenda live í Leitisstein
Fríggjadagin klokkan 13 fær Leitisstein forkunnuga vitjan í útvarpsstovuni, tá Martin Joensen verður gestur í sendingini, ið verður send beinleiðis úr Studio 4
Martin Joensen framførir til handanina av Mentanarvirðislønum landsins í Vestmanna í 2023
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.10.2025 - 20:22

"Morgun", "Ró" og "Svarti ravnur".

Perlurøðin av sangum, ið eru sprottin úr hond Martins Joensen, er alinlong, og fleiri av hesum sangum eru vorðnir fólkaogn.

Martin Joensen er bæði skald og tónaskald, tí hann meistrar kynstrið at fáa orð og løg at ganga saman í eini listaligari heild. 

Skaldsliga megnar Martin eisini at fáa tað fólksligt fynduga at spæla saman við tí lýriskt háborna.

 

36 sangir í Grønu sangbók

Heili 36 sangir hjá Martini standa í Grønu sangbók, og sálmar hansara eiga innivist í bæði føroysku sálmabókini og í nýggju songbók brøðrasamkomunar.

Tónlist Martins fevnir um alt frá føðing til dans til grøv. 

Hóast heilsa Martins hevur verið avbjóðað seinnu árini, so koma framvegis sangir frá honum.

Fríggjadagin verður hann gestur í Leitisstein Live klokkan 13. 

 

Vestmenningur

Martin Joensen er føddur og uppvaksin í Vestmanna.

Í samrøðum hevur Martin lýst sín barndóm í Vestmanna sum sera friðarligan og góðan.

Hann var næstelstur av einum syskinarflokki, ið taldi fýra.

Pápin var útróðrarmaður, og mamman heimagangandi.

Í sambandi við, at Martin Joensen fylti 70 ár í 2023 varð skipað fyri stórari fagnaðarløtu í heimbygdini. 

 

20230828_MARTIN_JOENSEN_70_AR
(Kelda:  Dagur og vika, 28. august 2023, KVF)

 

Byrjaðu við heimagjørdum ljóðførum

Martin Joensen var bara 11 ára gamal, tá hann og nakrir vinmenn stovnaðu eitt orkestur.

Teir høvdu ikki nógvar pengar, so tá teir byrjaðu at spæla upp á heimagjørd ljóðføri, og eitt nú vóru trummurnar gjørdar av gomlum karamelleskjum.

Ein av fyrstu framførslunum hjá orkestrinum var, tá teir vórðu bidnir um at spæla til dans til eitt jólaball í Studentarskúlanum í Hoydølum.

Teir vóru ikki heilt nøgdir við avrikið, men har fekk Martin eyga á eina so fitta gentu, ið var Johanna, sum hann seinni giftist við. 

 

Teknari og tónleikari

Martin var sera ringur av eksemi sum barn og hetta gjørdi, at hann ikki hevði møguleika at vera líka nógv úti sum hini børnini í bygdini.

Tískil lurtaði Martin nógv eftir útvarpinum, og honum dámdi væl tónleik, men hann fekk eisini tíðina at ganga við at tekna.

Hesi bæði áhugamálini hava fylgt Martini á lívs- og yrkisleiðini, tí umframt at gerast ein av okkara fremstu tónlistamonnum gjøgnum tíðirnar, so hevur Martin eisini arbeitt sum grafikari og fingist nógv við málningalist. 

 

MARTIN_JOENSEN_HD
(Kelda:  Lyst, 2018, KVF)

 

Lívsins við- og mótburður

Martin Joensen hevur møtt nógvum viðburði í lívinum, men hann hevur sanniliga eisini møtt mótburði.

Hann hevur verið alkoholikari, og hann hevur havt krabbamein.

Hetta hevur hann tosað opið um, eitt nú í sendingini Credo hjá Armgarð Arge

Og í 2021 fekk Martin ein tilburður, ið hevur merkt hann nógv seinnu árini. 

 

HOYR EISINI: "Í tínum trygdarskugga", Credo, KVF, 2. apríl 2017

 

2022 var eitt serstakt ár

Martin Joensen hevur havt nøkur sermerkt ár á síni lívs- og yrkisleið. 

Árið 1982 var eitt sovorðið. Tá bleiv Martin giftur við sínari Johonnu, fyrsti sonur teirra sá dagsins ljós, Martin fekk prógv sum teknari og grafikari frá á "Skolen for brugskunst", og tey fluttu aftur til Føroya at búgva.  

Árið 2022, altso 40 ár seinni, gjørdist eisini eitt serligt ár fyri Martin Joensen. Tá fenn hann bæði handan "Serstøku mentanarvirðisløn landsins" og "Ársins tónleikaheiður" á FMA. 

 

FMA22_TONLEIKAHEIDUR
(Kelda:  FMA 2023)

 

 

Sprottin út sekstiárunum

Tónlistaliga er Martin Joensen sprottin úr tí jørðildi, sum 1960-ini veittu við rokk’n’roll kollveltingini og endurvekingini av fólkatónleikinum.

Tað var í 1980-unum at Martin Joensen veruliga staðfesti seg á føroyska tónleikapallinum bæði við tónleikabólkinum Vestmenn, ið setti sín dám á tíðarskeiðið og við soloútgávum í egnum navni.

Líka síðani hevur hann ríkað føroyska tónleikapallin við sínum sangum, framførslum og listaliga virki.

Martin dugir at lýsa lívið í síni heild. Hann hevur ans fyri bæði ljósi og myrkri, og hansara sangir kunnu vera hjartaligir, gerandisligir, speiskir, inniligir, kærleiksfullir, langtandi, hugleiðandi og skemtandi, júst eins og lívið sjálvt.

 

Útgávur

Undir egnum navni:
Morgun, 1986
Skuggagestir, 1991
Blátt í støðum, 1993
Áraløg (savnsfløga), 2002
Á Brúnni, 2006
Kvøld, 2010

Við Vestmonnum:
Brot, 1983
Kanska í dag, 1985
Vestmenn 3, 1988

 

Hvat: LEITISSTEIN
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjadag kl. 13, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

Gestur fríggjadagin: Martin Joensen

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. november
RagnarRokk 13.november 2025
198926
Hósdag 13. november
RagnarRokk: Walter Trout um Sign Of The Times
198924
Hósdag 13. november
Kvørnin: "Ævir, amen", GØ
199857
Hósdag 13. november
Nýtt ljóð
199875
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. november
Møti hjá Heimamissiónini á Kambsdali
199889
Hósdag 13. november
Veðrið
199872
Mikudag 12. november
Sjarma, sjálvalit & lekkurt hár
199805
Mikudag 12. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199801
Týsdag 11. november
Veðrið
199775