Grønland vil kanna fyrimunir og vansar við ES-limaskapi

Grønland vil kanna fyrimunir og vansar við ES-limaskapi
Grønland fær 250 mió. kr. um árið frá ES
Jens-Frederik Nielsen er landsstýrisformaður í Grønlandi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
07.10.2025 - 08:03

Kjakið um ES er av álvara kyknað aftur í Grønlandi.

Landstingið viðger uppskot um at seta av tvær milliónir krónur til frágreiðing um fyrimunir og vansar við limaskapi í ES.

Onnur viðgerð um tað verður 23. oktober. Grønland fær 250 mió. kr. um árið frá ES.

ES-nevndin ætlar at lata Grønlandi dupult so nógv árini 2028 til 2034. Men tað er kortini ikki samtykt enn. 

Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður, heldur ikki, at grønlendingar vilja í ES.

Men Grønland vil størri samstarv, sigur hann. 

Grønlandi var í ES, men fór úr í 1985. Tað avgjørdi fólkaatkvøða í 1982. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Leygardag 16. mai
Morgunlestur leygardagur 16.mai 2026
208062
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365