Fólkatingið verður sett í dag

Fólkatingið verður sett í dag
Nýggja tingsetan byrjar klokkan 11, og tá Mette Frederiksen, forsætisráðharri, at halda røðu
Fólkatingið verður sett í dag. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
07.10.2025 - 08:37

Fólkatingið byrjar í dag, sum vant fyrsta týsdag í oktober.

Byrjað verður við gudstænastu í Christiansborg slotskirkju

Fólkatingið verður sett klokkan ellivu okkara tíð. 

Tað ger Pia Kjærsgaard, tí hon hevur verið longst í fólkatinginum av teimum, sum eru har nú.

Kongshjúnini og Margreta drotning vera hjástødd, tá fólkatingið verður sett. 

Formansskapurin verður valdur í dag.

 

Enda við tjóðsanginum

Forsætismálaráðharrin heldur sína setanarrøðu. Hon tekur sum vant samanum støðuna í ríkinum.

Og løglistin hjá stjórnini verður lagdur fram í dag.

Í fjør gjørdi formaðurin, Søren Gade, av at enda fyrsta fólkatingsfundin við tjóðsanginum.

Hetta skal gerast ein siður.

Í dag ferLungekoret PUST úr Hvidovre at syngja ”Der er et yndigt land” saman við teimum 179 fólkatingslimunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762