Ukraina-kritiskur miljarderur og flokkur hansara vunnið kekkiska valið

Ukraina-kritiskur miljarderur og flokkur hansara vunnið kekkiska valið
Andrej Babis og flokkur hansara, ANO, eru fyri at minka stuðulin frá Kekkia til Ukraina
Andrej Babiš er ein kekkiskur miljarderur, handilsmaður og politikari, sum var forsætisráðharri í Kekkia frá 2017 til 2021.
Mynd: David W Cerny/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
05.10.2025 - 14:22

71 ára gamli miljarderurin og fyrrverandi kekkiski forsætisráðharrin, Andrej Babis, lýsir seg sjálvan sum ein "trumpist".

Hann vil seta "Kekkia fyrst" og skerja hjálpina hjá landinum til Ukraina.

Og ábendingar eru um, at dagsskráin hjá Babis og flokki hansara, ANO, talar til ein stóran part av fólkinum.

Leygarkvøldið stóð flokkurin til at fáa næstan 35 prosent av atkvøðunum, eftir at 99 prosent av atkvøðunum vórðu taldar upp, skrivar Reuters.

Núverandi stjórn stendur í løtuni á odda fyri miðhøgra rørsluni, Spolu, og tey fingu 23 prosent av atkvøðunum.

Hetta merkir, at Babis kann gerast nýggjur forsætisráðharri í landinum, og sambært milliardaranum sjálvum fer flokkurin at skipa eina einflokkastjórn, men ætlar at hava tveir smærri flokkar at samstarva við fyri at fáa avgjørdan meiriluta.

- Andrej Babis er valdur vegna sína "Kekkia Fyrst" dagsskrá, metir Evropa-tíðindafólkið hjá DR, Anna Gaarslev.

Anna_Gaarslev_til_netid

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. november
RagnarRokk 13.november 2025
198926
Hósdag 13. november
RagnarRokk: Walter Trout um Sign Of The Times
198924
Hósdag 13. november
Kvørnin: "Ævir, amen", GØ
199857
Hósdag 13. november
Nýtt ljóð
199875
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. november
Møti hjá Heimamissiónini á Kambsdali
199889
Hósdag 13. november
Veðrið
199872
Hósdag 13. november
Sjarma, sjálvalit & lekkurt hár ok
199856
Mikudag 12. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199801
Týsdag 11. november
Veðrið
199775