Neistin vann við brotskasti í evstu løtu

Neistin vann við brotskasti í evstu løtu
Gilli Reginsson tryggjaði Neistanum sigurin á KÍF við brotskasti í evstu løtu eftir javnan og heldur óruddiligan dyst á Hálsi í Havn
 
05.10.2025 - 18:33

Við brotskastsmáli í evstu løtu tryggjaði Gilli Reginsson Neistanum 28-27 sigur á KÍF í høllini á Hálsi í Havn.

Dysturin var javnur og heldur óruddiligur. Neistin var frammanfyri 16-14 í steðginum, áðrenn KÍF vann seg tvey mál framum miðskeiðis í seinna hálvleiki.

Síðstu sekunduni vóru dramatisk. Fyrst javnaði KÍF til 27-27 við brotskasti, áðrenn tað eydnaðist Neistanum at vinna sær avgerandi brotskast í síðstu løtu. Blaðungi Gilli Reginsson var ísakaldur, setti bóltin í málið til høgru og so kundu heimafólkini fegnast um sigurin, meðan KÍF nú hevur tapt við einum tveir dystir á rað.

 

Vestmenningar bastu H71

Talan var eisini um javnan dyst í Vestmanna, har H71 var á vitjan. Hálvleiksstøðan var 14-14, og liðini fylgdust heilt til góðir fiumm minuttir vóru eftir. Tá skutu Óla Jákup Gaard Olsen og Áki Egilsnes hvør sítt mál, og hoyvíkingar høvdu ikki tíð til meir enn at Jákup Egholm minkaði um munin. VÍF hevur nú vunnið tríggjar dystir á rað, síðan Kyndil bukaði vestmenningar í 1. umfari, og H71 er ikki longur ósigrað.

Í síðsta dystinum hetta vikuskiftið smurdi StÍF Team Klaksvík av í høllini á Skála. Trúgvi Hávardsson (6) og Pauli Rasmussen (5) vóru toppskjúttar hjá heimaliðnum í 39-24 sigrinum.

 

SMS: VÍF basti føroyameistaranum

Í bestu kvinnudeildini vann VÍF á H71 í Vestmanna. Tað leikaði javnt á í fyrra hálvleiki, og heimaliðið var frammanfyri 16-15 í steðginum.

Gongdin var hin sama í seinna hálvleiki, og liðini fylgdust heilt til góðir fimm minuttir vóru eftir. Tá skoraði heimaliðið fýra og H71 einki, og so vóru bæði stigini eftir í Vestmanna.

Í hinum báðum dystunum vann Neistin 33-27 á EB, meðan Stjørnan vann 26-20 á StÍF á útivølli.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762