- Tíðindi, mentan og ítróttur
Elias átti æruna av Kiel-javnleiki

Elias Ellefsen á Skipagøtu var avgerandi spælarin, tá THW Kiel bjargaði sær javnleik ímóti Rhein-Neckar Löwen í Bundesliguni sunnudagin.
Føroyski landsliðsspælarin, sum júst er kosin hin besti í Bundesliguni í september, skeyt fýra tey seinastu málini hjá sebrunum, sum sostatt fingu eitt stig á heimavølli og hildu fast í oddasessinum.
Tað sá einki serligt út, tá smáir fýra minuttir vóru eftir, men tá funnu Elias Ellefsen á Skipagøtu og Andreas Wolff stórspælið fram, og sostatt er Kiel framvegis ósigrað í bestu týsku deildini.
Føroyingurin var enn einaferð toppskjútti hjá Kiel við tíggju málum.
Elias Ellefsen á Skipagøtu heldur fram við stórspælinum í Kiel. Hann skeyt 10 mál í javnleikinum ímóti Rhein-Neckar Löwen.
Hákun og teir komnir fyri seg
Hákun West av Teigum og hinir í Füchse Berlin tykjast vera komnir nøkulunda fyri seg eftir venjaraskifti. Leygardagin skeyt føroyski vongurin fýra mál upp á fimm royndir í 38-35 útisigri á Erlangen.
Vilhelm Poulsen skorar meir mál í ár, enn hann gjørdi i fjør. Um vikuskiftið skoraði hann trý afturat í 30-26 tapinum hjá Hannover-Burgdorf fyri Göppingen, men hann skuldi brúka heili 11 skot hesa ferð.
Kiel er fremst við 13 stigum - eitt stig frammanfyri Flensburg á 2. plássi. Füchse Berlin hevur spælt seg upp á 5. pláss við 10 stigum, meðan Hannover-Burgdorf liggja nummar 15 við fýra stigum.
Í komandi umfari stendur slagið um norðurtýskland, tá Kiel vitjar arvafíggindan úr Flensburg í sonnum oddabraki.



























