Stjóri ákærdur fyri at stjala milliónir

Stjóri ákærdur fyri at stjala milliónir
Góðar 3,4 milliónir krónur eru stolnar úr vindmyllufelagnum Flatnahagi, sum Magn og LÍV eiga í felag. Finn Jakobsen, fyrrverandi stjóri í Magn, er ákærdur fyri stuldurin
Finn Jakobsen, fyrrverandi stjóri í Magn og p/f Flatnahagi
 
03.10.2025 - 19:38

Tað byrjaði við einum tíðindaskrivi, sent fjølmiðlunum seint seinnapartin 12. november í fjør, dagin tá føroyingar fóru á kommunuval. Í tíðindaskrivinum stóð stutt, at "í dag er avtala gjørd millum nevndina í P/f Magn og Finn Jakobsen, at hann fer frá sum stjóri. Finn hevur verið stjóri síðani 2020, og áðrenn tað var hann tekniskur stjóri. Finn Jakobsen fer úr starvi beinanvegin."

Einasta viðmerking frá felagnum var, at talan var um eitt "innanhýsis mál"

Týsdagin í næstu viku situr Finn Jakobsen á ákærubonkinum í Føroya Rætti. Hann er ákærdur fyri í tíðarskeiðnum frá 26. august í fjør til 17. oktober í fjør at hava flutt pengar úr vindmyllufelagnum Flatnahagi til eitt felag í Dubai, Assuret Solutions Limited.

Tryggingarfelagið LÍV eigur 60% av partafelagnum Flatnahagi, Magn eigur hini 40 prosentini. Og stjórin í Magn var eisini stjóri í felagnum Flatnahaga, frá byrjan í 2021, til hann varð koyrdur frá, í november 2024.

Flutti sær milliónir

Sambært ákæruritinum er talan um seks flytingar, tann minsta góðar 160.000 krónur, tann størsta útvið 1,8 milliónir krónur. Tilsamans er talan um 3.445.000 krónur. Sambært ákæruritinum er talan um flytingar av konto hjá p/f Flatnahaga, sum eru brúktar til at rinda fyri privatar útreiðslur hjá stjóranum sjálvum. Eitt táverandi starvsfólk hjá p/f Flatnahaga fekk boð um at gera flytingarnar, og viðkomandi er eisini ákærdur fyri sín leiklut í málinum.

Finn Jakobsen er ákærdur fyri "mandatsvig af særlig grov beskaffenhed", sum tað eitur í revsilógini. Revsiramman er átta ára fongsul.

Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, vil ikki upplýsa, hvørja revsing ákæruvaldið krevur. Tað verður upplýst á rættarfundinum týsdagin.

Pengarnir rindaðir aftur

Kringvarpið hevur síðstu dagarnar roynt at fáa eina viðmerking frá Finn Jakobsen. Men hann tekur ikki telefonina og svarar ikki teldupostum. Tað er tó greitt, at fyrrverandi stjórin í Magn ikki játtar seg sekan í øllum ákærupunktum. Talan er nevniliga ikki um eitt játtanarmál, men um eitt ákærumál, ið skal roynast í rættinum. Tað verður gjørt sum eitt dómsmansmál - tað verður brúkt, um ákærin krevur í minsta lagi seks mánaðar fongsul. Í dómsmansmáli er ein løgfrøðiligur dómari og tveir leikdómarar. Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, væntar at dómur eisini verður sagdur týsdagin.

Jan Petersen, nevndarformaður í Magn, upplýsir fyri Kringvarpinum, at allir, stolnu pengarnir - tilsamans góðar 3,4 milliónir krónur - eru goldnir aftur til partafelagið Flatnahagi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. november
Skratsj 12. novembur 2025
199810
Mikudag 12. november
Millummálin fyllir ov nógv
199800
Mikudag 12. november
Góðan morgun Føroyar
199795
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Sjarma, sjálvalit & lekkurt hár
199805
Mikudag 12. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199801
Týsdag 11. november
Veðrið
199775
Týsdag 11. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
199759
Mánadag 10. november
3-2 (10. november 2025)
199739