Sjey dómar í neyðtøkumálum í trý ár

Sjey dómar í neyðtøkumálum í trý ár
Dómarnir fevna um 20 av teimum 83 skrásettu málunum
Føroya rættur. (Savnsmynd)
 
03.10.2025 - 13:08

Sjey neyðtøkumál eru endað við dómi seinastu trý árini. Tað vísir uppgerð, ið løgreglan hevur gjørt. 

Greiningin hjá løgregluni vísir, at hon hevur stovnað 83 mál um neyðtøku seinastu trý árini. 

Í sjey førum eru persónar dømdir í neyðtøkumálum. 

Hesir sjey dómarnir fevna um 20 av teimum 83 skrásettu málunum.

Fleiri lógarbrot kunnu undir málsviðgerðini verða knýtt saman í eitt mál, eins og ein fráboðan undir viðgerðini kann verða skrásett undir fleiri málsnumrum. 

Tað ber tí ikki til út frá tølunum at staðfesta, at talan er um 83 ymisk brotsfólk ella 83 ymisk órættað, sigur løgreglan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815