Í kvøld verður náttarkirkja í Havnar kirkju

Í kvøld verður náttarkirkja í Havnar kirkju
Náttarkirkjan er frá klokkan 21 til 23 og fólk kunnu koma og fara hesar báðar tímarnar, siga sóknarprestarnir Anne Mette Greve Klemensen og Steintóra Gleðisheygg Joensen
Øll eru vælkomin, siga sóknarprestarnir Anne Mette Greve Klemensen og Steintóra Gleðisheygg Joensen
Mynd: Gunnar Nolsøe  
 
03.10.2025 - 09:15

Náttarkirkja er eitt nógv brúkt konsept í norðanlondunum, og nú verður hetta eisini eitt tilboð í Havnar kirkju. Áður er hetta roynt í Kollafjarðar kirkju, har ið tað hevur verið væl vitjað.

Skráin fyri kvøldið í Havnar kirkju sær soleiðis út: Klokkan 21 er kvirra, klokkan 21:30 spælur Jens L. Thomsen elektroniskan tónleik, klokkan 22 verður altargongd, síðani endar Jens L. Thomsen sína framførsla, og eftir tað verður kvirra til klokkan 23. Til ber eisini at skriva eina bøn úti í gongini, sum verður lisin upp anonymt, eins og tú kanst tendra eitt ljós fyri onkrum. sum tú hugsar um.

Talan er um eitt friðarligt kirkjukvøld uttan felagssang og prædiku. Tónleikurin, ið verður spældur, er friðarligur, og til ber at hugsavna seg og fáa pulsin niður, siga Anne Mette Greve Klemensen og Steintóra Gleðisheygg Joensen.

Í heyst og í vetur verður náttarkirkja í Havnar kirkju fyrsta fríggjakvøld í hvørjum mánað.

Tú kanst hoyra samrøðuna við Anne Mette Greve Klemensen og Steintóru Gleðisheygg Joensen her:

1767355


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493

Meira um sama evni